Carl Barks
1901 – 2000
Carl Barks, var ein sera víða gitin teknari og høvundur hjá teknifilmsdeildini og á tekniraðforlagnum á Walt Disney Company. Hann var føddur í Merril í statinum Oregon í USA. Foreldrini vóru tilflytarar úr Týsklandi.
hann fór at arbeiða hjá Disney í 1939, eitt ár eftir at Dunnaldur sá dagsins ljós. Har starvaðist hann til 1942, tá ið hann fór at starvast hjá Western Publishing.
Fólk sum starvaðust hjá disney gjørdu tað ónevnd, søgurnar bóru bara navnið Disney, men fólk funnu skjótt útav at ta var ein ávísur persónur sum skrivaði søgurnar og hann var kallaður Tann góði teknarin. Seinni kom fram at góði teknarin var Carl Barks.
Í Danmark var hann høvuðsleverandørur til dunnusøgurnar í Anders And & Co frá fyrsta blaði í 1949 til 1963, tá ið aðrir teknarar tóku yvir.
Í Føroyum kom fyrsta hefti við tekningum eftir Carl Barks í 1995 og seinasta í 1997.
Útgávur:
1995 Carl Barks savnið 1 – 6
1996 Carl Barks savnið 7-12
1997 Carl Barks savnið 13-18
1997 Nú er stund at gleða seg í Dunnaldur og tey á jólum
Ummæli/røða:
Geoffrey Blum: Brøv frá the Duck Man, C.Barks. Carl Barks savnið 1 og 6
John Clark: Carl Barks permuframsýning: 1948-1949. Carl Barks savnið 2
Thomas Andrae/ Geoffrey Blum: At petta dunnuheimin sundur. Carl Barks savnið 3
Bruce Hamilton: Í svørtum og hvítum. Carl Barks savnið 4
Thomas Andrae/ Geoffrey Blum: Barks gerst dapurskygdari. Carl Barks savnið 5
Hugin Eide: Sjokk og sálarbót. Føringurin 22. mai 1997
Bænadikt Joensen: Carl Barks savnið – rithøvundurin og listamaðurin Carl Barks á føroyskum. Dimmalætting 29. desember 1995
Ein spurningur um persónleika. Carl Barks savnið 7
Geoffrey Blum: Brøv frá dunnumanninum. Eitt slag av fólkapensjónstilveru. Carl Barks savnið 8
Geoffrey Blum: Gírikur og tann víðgongdi Barks. Carl barks savnið 9
Dana Gabbard: Hví Barks? Carl barks savnið 10
Steve Eng/ Geoffrey Blum: Umboðsmaður Barks. Carl Barks savnið 11
Geoffrey Blum: Barks permuframsýning: 1951-54. Carl Barks savnið 12
Geoffrey Blum: Brøv frá dunnumanninum. Carl Barks savnið 13 og 17
Geoffrey Blum: Tá ið bróstsukursøgan skuldi skerast til.Carl Barks savnið 14
Geoffrey Blum: Brøv frá dunnumanninum 9. partur. Carl Barks savnið 15
Freddy Milton/Daan Jippes: Í fótasporum Barks. Carl Bark savnið 16
Donald Ault: Hugflogið mennist. Carl Barks savnið 18