C. S. Lewis
Clive Staples Lewis var føddur í Belfast í Norðurírlandi 2. november 1898 og doyði 22. november 1963.
Hann tók útbúgving á University College í Oxford, tók prógv í grikskum og latínskum bókmentum í 1920, í heimspeki og fornsøgu í 1922 og í enskum í 1923.
Hann var universitetslærari í enskum máli og bókmentum á Magdalen College í Oxford frá 1925 til 1954.
C. S. Lewis kendi væl rithøvundan J. R. R. Tolkien, og teir og fleiri aðrir hittust hvørja viku í einum bólki við navninum The Inklings. Hesin felagsskapur byrjaði í 1933 og vardi líka til 1949.
Kristindómur hevði stóra ávirkan á C. S. Lewis, og hann myndaði eisini skaldskap hansara, sum telur meira enn tretivu bøkur, serliga barnabøkur, fantasybøkur og bøkur um átrúnað.
Kendastar av bókum hansara eru: Out of the Silent Planet, 1938, The Screwtapes Letters, 1942, Søgur úr Narnia, 1950-56, Berur Kristindómur, 1952 og The Four Loves, 1960.
Útgávur:
1998 Ljónið, gívurin og klædnaskápið
2005 Systirsonur gandakalsins
2005 Leyvan, gívurin og klædnaskápið
2006 Hesturin og drongurin
2006 Kaspian kongssonur
2007 Ferðin við Morgunvallaranum
2009 Silvurstólurin
2010 Hin seinasti bardagin
Ummæli/umrøða:
Carl Jóhan Jensen: ”Til tykkum, sum vara av teimum yngru lesarunum” (formæli í Ljónið, gívurin og klædnaskápið)
Lotta Olsson: In i landet Narnia. Dagens Nyheter 19. desember 2005
Rowan Williams: Why did C. S. Lewis write Narnia? Publishers Weekly 8. mars 2013
Heiður:
1956 Carnegie Medal