Britta Teckentrup

Britta Teckentrup er týskur myndprýðari og rithøvundur.
Hon er fødd í Hamburg og vaks upp í Wuppertal. Hon flutti til London í 1988 at útbúgva seg í list á St. Martin´s College og á The Royal College of Art.
Hon hevur skrivað og myndprýtt úti við 60 bøkur til børn, sum eru útgivnar í 20 ymsum londum.
Eftir at hava búð 17 ár í Bretlandi, flutti hon aftur til Týsklands og býr nú við familju sínari í Berlin.

 

Útgáva:
2013 Rokan í fjørini

 

Heimasíða:
www.brittateckentrup.com