UNG (13+): Ríman um sangfuglar og slangur

Bókaklubbin

328,00 kr  Spar 20,00 kr

  • Síður: 500
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Suzanne Collins
  • Týðari: Bergur Rasmussen
Deil:

Nú byrjar eitt nýtt umfar av hungursleikum. Hetta er fyrsta bókin í nýggjum tríverki, sum gongur fyri seg áðrenn søgan um Katniss byrjaði.

Tað er morgunin, tá ið heystingin skal vera, sum skal seta tíggjundu hungursleikirnar í gongd. Í Capitol ger 18 ára gamli Coriolanus Snow seg til reiðar at verða vegleiðari í leikunum. Tann einaferð so mæta Snow-ættin hevur mist sína tignarstøðu, og lagna teirra hongur í einum klønum tráði, sum ger, at Coriolanus noyðist at seta alt upp á spæl fyri at vinna í hungursleikunum. Útlitini eru sera vánalig. Hann hevur fingið ta eyðmýkjandi uppgávuna at verða vegleiðari hjá einum gentubøtara úr Sýslu 12, teirri vánaligastu sýsluni av øllum. Lagnur teirra eru nú fullkomiliga samantvinnaðar – øll val, sum Coriolanus tekur, kunnu leiða til heiður ella vanlagnu, sigur ella undirgang. Inni á valinum fer at vera ein bardagi um lív ella deyða. Uttan fyri valin byrjar Coriolanus at kenna seg drignan at sínum bøtara … og noyðist at umhugsa, um hann skal fylgja reglunum ella gera alt fyri at yvirliva uttan mun til avleiðingarnar.

Suzanne Collins er amerikanari og hevur skrivað leikir til barnasjónvarp síðani 1991. Í 2003 kom fyrsta bókin út hjá henni, og hon er vorðin serliga kend fyri tær tríggjar bøkurnar um hungursleikirnar, sum komu út á føroyskum í 2012 og 2014. Higartil hevur hon fingið trettan heiðurslønir fyri bøkurnar, og tær hava ligið í 60 vikur á listanum hjá New York Times yvir mest seldu bøkur. Filmar eru gjørdir um allar tríggjar bøkurnar. Bøkur hennara eru higartil útkomnar á 53 málum.

FRAMSÓKN DRÍVUR HANN.
KAPPING EGGJAR HONUM TIL.
MEN VALD ER DÝRTKEYPT.

Bókin kemur til tey, sum eru 13 ár og eldri, í juni