9-12 ár: Træhúsið í 91+104 hæddum

Bókaklubbin

260,00 kr  Spar 38,00 kr
  • Síður: 350
  • Útgávuár: 2021
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Andy Griffiths
  • Myndir: Terry Denton
  • Týðari: Vagnur Streymoy
Deil:

Nú eru næstu bøkurnar í træhúsarøðini komnar! Ein ótrúliga stuttlig røð, sum er sera væl umtókt millum ungar føroyskar lesarar. Andy og Terry búgva í einum træhúsi, har tú finnur alt ímillum himmal og jørð. Einaferð vóru bara 13 hæddir, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat. Saman gera teir bøkurnar um træhúsið og alt tað klikkaða, sum hendir har - Andy skrivar og Terry teknar. Í bókunum eru nógvar myndir.

Træhúsið í 91 hæddum

Nú hevur træhúsið fingið eina kavbáta-tvíflísa-sølubúð, sum selur tvíflísar líka stórar sum kavbátar, heimsins sterkastu melduródn, eitt ovurstórt lokkanet – við einum risaeiturkoppi - eina oydna oyggj og ikki minst ein stóran, reyðan knøtt, sum kanska kann spreingja allan heimin í luftina. Tíbetur er so nógv stuttligt at gera í træhúsinum, tí Andy og Terry noyðast knappliga at vera daddur hjá smáu abbabørnunum hjá harra Stór Nøs í ein heilan dag. Men heilt erligt, hvussu trupult kann tað vera?

Træhúsið í 104 hæddum

Tú kanst blaka við køliskápum, gera pengar við pengamaskinuni (sum eisini ger hunang), ganga í teimum óendaligu trappunum, spæla bolla-kríggj, fara í rop-bankan, fløkjast inn í eina stóra fløkju ella vitja stóra skansan, sum er styrktur við eyka sterkum skansa-styrkjara.

Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!

Bøkurnar koma til tey 9-12 ára gomlu um mánaðarskiftið januar-februar