Meira rætt ella skeivt
Bókadeild Føroya Lærarafelags
150,00 kr
- Síður: 80
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Svenskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Andreas Palmaer
- Myndir: Peter Bergting
- Týðari: Hjørdis Heindriksdóttir
Eru rottur nakrantíð ákærdar fyri stuldur og hóttar við deyðarevsing í einum vanligum dómstóli? Er ein ósløkkjandi, brennandi steinur til? Eru børn fødd í rúmdini, og vóru tað vaksin, sum fyrst brúktu suttu?
Her eru 14 spennandi og løgnar søgur. Les, hugsa, met um og royn so at gita, hvør søga er røtt, og hvør er rong. Tann, sum ljóðar sonn, kann vera rong, og tann, sum ljóðar rong, kann vera røtt.
At enda fært tú hugskot til, hvussu tú kanst gera tína egnu rongu ella røttu søgu.
Bókin er ein bláur krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.