Fangaður í kjafti tikarans

Bókadeild Føroya Lærarafelags

142,00 kr 

  • Síður: 60
  • Útgávuár: 2021
  • Upprunamál: Danskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Nicole Boyle Rødtnes
  • Myndir: Kristian Eskild Jensen
  • Týðari: Kristianna Poulsen
Deil:

Norman elskar tikarar og aðrar stórar kettur so nógv, at hann vil eiga tær. Tí keypir hann bæði leyvur og tikarar og hevur tey í heimagjørdum girðingum. Norman heldur, at hann hevur eitt serligt samband við djórini, og at tey ongantíð fara at leypa á nakran. Men ein dagin, tá ið ein drongur kemur á vitjan, endar heilt galið …

 

„Fangaður í kjafti tikarans“ er eitt savn við søgum um djóraálop úr veruleikanum. Les sonnu søgurnar um, hvussu galið tað kann enda, um tú ert á skeiva staðnum skeivu løtuna.

 

Bókin er ein blaúr krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.