Bjørn Sortland - bøkur merktar við "Loyndarmálið"
Bjørn Sortland er norskur rithøvundur, føddur í 1968 og býr í Oslo.
Hann er sosionomur av útbúgving og hevur virkað sum rithøvundur burturav síðan 1998.
Fyrsta bók hansara Det er ikkje natta kom út í 1992. Bjørn Sortland hevur lagt stóran dent á at geva kunnleika um list í bókum sínum, t.d. í bókunum Reytt, blátt og eitt sindur av gulum og í ungdómsbókini Sannleikans stund, har myndir av krossfestingini spæla stóran leiklut.
Útgávur:
2000 Reytt, blátt og eitt sindur av gulum
2002 Dýrgripur Tu Ducs
2004 Úlvanátt á Berardenga
2011 Sannleikans stund
2012 Loyndarmálið í Venezia. Listdetektivarnir 1
2013 Loyndarmálið í Luxor. Listdetektivarnir 2
Loyndarmálið í Angkor - Listdetektivarnir 3
2014 Loyndarmálið í New York - Listdetektivarnir 4
Loyndarmálið í Sidney - Listdetektivarnir 5
Umrøða:
Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Skjótfør spenningssøga. Fregnir 24. januar 2003
Birgitta Fransson: Konstmysterier, kristusbilder och kärlek. Opsis Kalopsis nr. 1/2011
Heiður:
1994 Melsomvirðislønina fyri Reytt, blátt og eitt sindur av gulum
1994 Octogonevirðislønina í Fraklandi fyri Reytt, blátt og eitt sindur av gulum
1995 Barnabókavirðisløn eysturríkska mentamálaráðsins fyri Reytt, blátt og eitt sindur av gulum
1996 Deutscher Jugendlitteraturpreis fyri Reytt, blátt og eitt sindur av gulum
2000 Sokneprest Alfred Andersson-Rysst Fond
2011 Aschehougprisen
Heimasíða: