Bjørk Bjarkadóttir

Bjørk Bjarkadóttir er fødd 6. oktober 1971 í Íslandi. Hon tók studentsprógv í 1990 og fór síðan til Paris har hon tók prógv í 1997 í myndprýðing, grafiskari sniðgeving og foto frá ESAG, Ecole Superieure d’Art Graphique. Hon er sjálvstøðugt starv sum myndprýðari, myndlistakvinna, barnabókahøvundur og ggrafiskur sniðgevi.

Hon býr í Oslo, er gift og eigur trý børn. Hon er kanska eina mest kend í Føroyum frá bókini Skrímslið, lítla systir mín eftir Helgu Arnalds. Eivør Pálsdóttir gjørdi tónleikin til søguna.

 

Myndprýðing:

2015 Alda (Ranvør Isholm)