Bergur Rasmussen - bøkur merktar við "Krabbabók"
Bergur Rasmussen er lærari og rithøvundur, búsitandi í Vestmanna.
Bergur tók í 1996 prógv á Føroya Læraraskúla. Hann starvast í løtuni í Tórshavnar Kommunuskúla.
Hóast Sigursteinurin er fyrsta bókin, hann hevur skrivað, so kenna vit hann frá rættiliga nógvu týddu bókunum, hann hevur latið úr hondum síðan aldarskiftið.
Yndisdjórið hjá Bergi er kúgvin, men eftirsum hon krevur ov nógv pláss, so hevur hann einki húsdjór ...
Yndisorkestrið hjá Bergi er Beatles; men hann hevur eisini onkrar aðrar plátur og fløgur ... og tá ið tað kemur til fótbólt, heldur hann seg eisini til sama bý; men um tað er tí honum ikki dámar at ganga einsamallur, ella tí honum dámar karamellur, tja ... tað lata vit standa sum ein opnan spurning ...
Hóast Bergur enn ikki hevur lisið Narnia, so dámar honum væl orðingina hjá CS Lewis: Vit lesa fyri at vita, at vit ikki eru einsamøll ... tí tað er nakað av tí sannasta, ið sagt er um bøkur!
Útgávur:
2008 Sigursteinurin
2015 Heit rotta í Vencili nr. 16/2015
Umrøða:
Paula Gaard: Sigursteinurin - ein móttøkufrøðilig viðgerð í Nýggj leiti. Sprotin 2013
-
Beint á barkan 97,00 kr
Spar 8,00 kr -
Hvassi 1 - Spæli deyður 135,00 kr
Spar 10,00 kr -
Hvassi 2 - Nærkist 135,00 kr
Spar 2,00 kr -
Hvassi 3 - Rými 142,00 kr
Spar 11,00 kr -
Hvassi 4 - Renni undan 160,00 kr
Spar 7,00 kr -
Hvassi 5 - Berjist ímóti 135,00 kr
Spar 13,00 kr -
Hvassi 6 - Taki stýringina 142,00 kr
Spar 14,00 kr -
Hvassi 7 - Kvetti bondini 135,00 kr
Spar 13,00 kr -
Hvassi 8 - Satsi alt 136,00 kr
Spar 12,00 kr