Bengt-Arne Runnerström

Bengt-Arne Runnerstrøm er svenskur myndprýðari. Hann er føddur í 1944 í Helsingborg, men vaks upp í Uddevalla. Hann tók útbúgving á Konstfack í Stokkhólmi og starvaðist sum myndprýðari og grafikari nøkur ár.
Sum ungur fekk hann útlongsul og fór at starvast sum myndalærari í Suðurafrika eina tíð, síðan gekk leiðin til Latínamerika, har hann ætlaði at arbeiða sum hjálparfólk í Kili, men í Kolumbia hitti hann svenska indiánargranskaran Lars Persson, og teir fóru undir at gera filmar um lívið hjá indiánum.
Ferðirnar, hann síðan gjørdi, høvdu allar tað endamál at kanna og greiða frá um lív og mentan hjá indiánum.
Burturúr hesum stava nógvar bøkur um indiánar.

 

Útgávur:
1986 Arhuaco Sierra Nevada

 

Heiður:
1985 Elsa Beskow-plaketten