Úti í rúmdini

Bókadeild Føroya Lærarafelags

86,00 kr  Spar 12,00 kr

  • Síður: 52.0
  • Útgávuár: 2014
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Beinta Johannessen
  • Myndir: Jóannis Sørensen, Ólavur Fredriksen, Pól Jespersen og onnur
Deil:

Úti í rúmdini er faktabók um – sum heitið sigur – rúmdina. Tað er Beinta Johannessen, sum hevur skrivað. Í bókini kanst tú lesa um, hvar rúmdin er, hvat er í rúmdini, mánan og mánaferðir, sólina og sólarmyrking og mangt, mangt annað forvitnisligt.

Bókin er ógvuliga aktuell, nú vit hava sólarmyrking komandi ár; har er ymiskt forkunnugt at lesa um, tá ið sólarmyrking var í Føroyum seinast.

Pól Jespersen, sum hevur skrivað virðisløntu bókina Rúmdin, hevur verið fakligur ráðgevi.

Bókin er ein lilla faktakrabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.