Mick Harte var her

Bókadeild Føroya Lærarafelags

37,00 kr 

  • Síður: 104
  • Útgávuár: 2002
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Barbara Park
  • Myndir: Janus Guttesen
  • Týðari: Regin av Steinum
Deil:
Hugtakandi bók, sum í stuttum snýr seg um ferðsluvanlukku, deyða - og um hvussu tú sum avvarðandi kanst koma til sættis við lívið eftir púra óvæntaða vanlukku.
Tá ið bókin byrjar, er Mick Harte deyður. Høvuðspersónurin, systir hansara, ið bara var 10 mánaðir eldri enn hann, sigur søguna um, hvussu Mick var, um vanlukkuna, um sorgina, sum lamdi øll eitt skifti, og um hvussu tey so líðandi komu fyri seg aftur. Av tí at høvuðspersónurin er ein ung genta, er bókin skrivað soleiðis, at børn og ung fata tey álvarsmál, sum bókin viðgerð. Og hóast evnið er dapurt, er frásøgnin mangan skemtilig, tá ið Mick Harte verður lýstur, tí hann var ein stuttligur drongur við løttum sinni og stórum hugflogi.