Bókin um Pippi Langsokk

Bókaklubbin

238,00 kr  Spar 30,00 kr

  • Síður: 238
  • Útgávuár: 2017
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin við lesibandi
  • Rithøvundur: Astrid Lindgren
  • Myndir: Ingrid Vang Nyman
  • Týðari: Turið Sigurðardóttir
Deil:

Í bókini eru tey bestu ævintýrini um Pippi: Pippi Langsokkur, Pippi fer umborð og Pippi í suðurhøvum.

Í 1941 lá mín sjey ára gamla dóttir, Karen, sjúk við lungnabruna. Hvørt kvøld, tá ið eg sat á songarstokkinum hjá henni, bað hon: Fortel mær eina søgu.

Eitt kvøldið spurdi eg hana: - Hvat skal eg fortelja tær? So svaraði hon: - Fortel um Pippi Langsokk. Hon fann upp á navnið júst í somu løtu.

Eg spurdi hana ikki, hvør Pippi Langsokkur var, eg fór bara at fortelja. Og av tí at tað var eitt so sermerkt navn, so bleiv hetta eisini ein sermerkt genta.

Soleiðis sigur Astrid Lindgren frá um søguna um Pippi Lansokk.