Astrid Lindgren - bøkur merktar við "Klassikari"
Astrid Anna Emilia Lindgren f. Ericsson var fødd 14. novembur 1907 á garðinum Näs í Vimmerby í Smálandi í Svøríki.
Í 1926 flutti hon til Stokkhólm og lærdi seg maskinskriving og stenografi.
Í 1931 giftist hon við Sture og fær nýtt eftirnavn: Lindgren.
Astrid fortelur um gentuna Pippi Smokkulegg fyri dóttir sínari Karin, og tá ið Karin fyllir 10 ár í 1944 gevur Astrid henni søgur um Pippi í føðingardagsgávu og sendir samstundis avrit av handritinum til forlagið Bonnier. Við Margareta Strömstedt, sum hevur skrivað um Astrid Lindgren, sigur hon, at hon endaði brævið til forlagið við orðunum:
”I förhoppning att ni inte alarmerar barnvårdsnämden”
Sama ár vinnur hon aðru virðisløn í kapping hjá nýstovnaða forlagnum Rabén & Sjögren fyri ungdómssøguna: Britt-Mari lättar sitt hjärta.
Hon fer í holt við at umskriva handritið um Pippi og sendir Rabén & Sjögren tað til eina kapping um søgur til 6-10 ára gomul børn, og hon vinnur kappingina.
Síðani koma bøkurnar frá Astrid slag í slag og verða nógv fagnaðar.
Tá ið hon fekk týska heiðursløn í 1978, skrivaði hon taluna Aldrig Våld!. Tá ið fyriskipararnir høvdu lisið taluna, har hon samanber harðskap í heima við hús við harðskap framdan sum heild í heiminum, varð henni noktað at halda taluna. Astrid Lindgren segði, at um so var, fór hon ikki til heiðurlønarhandanina. Hon slapp at halda taluna, og árið eftir varð lóg viðtikin í svenska ríkdegnum, sum bannaði likamliga revsing av børnum.
Astrid Lindgren doyr 94 ára gomul í 2002 í heimi sínum í Stokkhólmi.
Ein altjóða barna- og ungdómsbókmentavirðisløn verður stovnsett til minnis um Astrid Lindgren.
Útgávur:
1978 Emil úr Lønnebergi
1981 Vætturin
1986 Børnini í Dundurdali
1987 Meira um børnini í Dundurdali
1988 Vit hava tað stuttligt í Dundurdali
1993 Pippi Langsokkur
1994 Jólafrí er gott hugskot
1995 Hygg Dikka, hygg, tað kavar!
Pippi fer um borð
Sparum ei, segði Emil úr Lønnibergi
1996 Emil í Lønnibergi
Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd
1997 Dikka hjá okkum
Lotta í Brakarastræti
325. skálkabrøgd Emils
1998 Dikka og tey á Junifløtti
1999 Pippi í Suðurhøvum
2000 Pippi heldur føðingardag
2003 Mirabell
2005 Pippi Langsokkur á Kurrikurriduttoynni
2007 Søgur úr Dundurdali
2009 Emil og Ida í Lønnibergi
2010 Pippi finnur ein spunk
Eingir ránsmenn eru í skóginum
2011 Hann sjálvur Emil
Tá ið Emil skuldi taka tonnina hjá Linu
2013 Vætturin
2015 Pippi fer at keypa
Umrøða/ummæli:
Margareta Strömstedt: Astrid Lindgren – en levnadsteckning. Rabén & Sjögren 1977
Birgir Kruse: Pippi á palli. Sosialurin 21. oktober 2000
Anna Maria Hagefors: Århundradets Astrid. 2002
Ann-Christine Snickars: Jag vill ha en mamma Och en pappa. Och en filosof. Nordisk Litteratur 2003
Adele Duus: Rabulist i store sko - komedie, modernisme og realisme i Pippi Langstrømpe. Høvuðsritgerð við Bergen Universitet 2004
Lotta Olsson: Jag hälsar eder, kära små rutiga barn! Opsis Kalopsis 1/mars 2008
Heiður:
1945 Svenska Dagbladets Litteraturpris
1950 Nils Holgerson-plaketten
1956 Deutscher Jugendlitteraturpreis
1958 H.C.Andersen medaljen
1971 Svenska Akademiens stora guldmedalj
1978 Týska bókahandlara friðarprísin
1986 Stiftelsen Selma Lagerlöfs litteraturpris
1987 Tolstojmedaljan
1994 The Right Livlihood Award
1997 Mensapriset
Heimasíða: