Arne Svingen

Arne Svingen er norskur rithøvundur, føddur 10. juli 1967. Hann hevur starvast sum journalistur á m.a. Arbeiderbladet. Hann hevur arbeitt við spælifilmi í New York. Hann er í dag sera virkin at vitja skúlar, har hann tosar um at lesa, um bøkur sínar og heldur skriviskeið. Hann er sera ágrýtin eftir at fáa ungdóm at lesa og kanska serliga dreingir.
Fyrsta bók hansara, skaldsøgan Handlingens mann, kom út í 1999, sama ár kom barnabókin Flekken. Fyrsta ungdómsskaldsøgan, Karisma, kom út í 2002. Svart fílabein kom út á norskum í 2005. Hon varð heiðrað við Brageprísinum sama ár. Hann hevur eisini skrivað fleiri hoyrispøl.

 

Útgávur:
2008: Svart fílabein

2010: Dagar eg havi gloymt

2018: Heimsins vandamiklasta harkalið

2020: Heimsins vandamiklasta harkalið 2. Gravrænarar