Arild Midthun
Arild Midthun er norskur myndprýðari, føddur 6. mai 1964 í Bergen. Saman við Terje Nordberg, sum hevur skrivað tekstin, hevur hann myndprýtt fleiri teknirøðir.
Hann er nógv ávirkaður av fronskum-belgiskum teknirøðsstíli.
Hann arbeiðir í dag sum einasti norðmaður við at tekna Dunnald Dunnu og Co.
Útgávur:
1989 Trøll. Silvurið
1990 Trøll. Loynidómur Ellgrims
Ummæli:
Bjørg Matras: Trøll 1. Skúlablaðið 8/1989
Heiður:
1988 Spoingprisen fyri Trøll 1
1990 Kulturdepartementets tegneseriepris fyri Trøll 2