Antje Damm

Antje Damm er týskur rithøvundur, fødd í Wiesbaden í 1965.

Hon hevur lisið byggifrøði í Wiesbaden og hevur starvast sum arkitektur í Berlin og Nürnberg.

Í dag býr hon nær við Gießen, er gift og eigur fýra døtur.

Hon byrjaði at skriva, tá ið hon fekk fyrsta barnið, og verður hildin at hava góð evni at seta seg inn í tankar hjá børnum.

Bókin Spyr bara er týdd til tólv mál.

 

Útgáva:
2012 Spyr bara