Annette Münch
Annette Münch er norskur rithøvundur, fødd 10. januar 1981 í Oslo.
Hon vaks upp í Bærum og hevur havt áhuga fyri stríðsítrótt líka frá tí, at hon var heilt ung. Hon hevur svart belti 2. dan í taekwondo.
Hon hevur starvast sum ritstjóri og blaðstjóri á Egmont frá 2003 til 2010 og er í dag ritstjóri og partnari í samskiftisstovuni Flow Media AS.
Fyrsta bók hennara var Rokstríðsmaðurin, sum kom út í 2006.
Útgáva:
2013 Rokstríðsmaðurin
Heiður:
2006 Kultur- og kirkedepartementets debutantpris fyri Rokstríðsmannin
Heimasíða:
www.annettemunch.no
Bloggur:
http://www.forlagsliv.no/bokstavsmuler/