Anne Christine Østby

Anne Christine Østby er norskur rithøvundur, fødd í 1958.

Hon er cand. mag í samfelagsvísindi og kristni.

Hon hevur starvast í mong ár sum journalistur í norskum fjølmiðlum. Seinastu 17 árini hevur hon tó livað sum ST-nomadi við manni og børnum. Hon hevur búð í Danmark, Maleisia, Kasakstan og Pakistan.

Hon býr í løtuni í Teheran.

Fyrsta bók hennara Anna@verden.com var skrivað til eina handritakapping og kom út í 1999.

 

Útgávur:

2007 13 í longsli

 

Umrøða:

Andrine Pollen: Store sko for mellomstore føtter. Nordisk Litteratur 2003

 

Heimasíða:

www.anneostby.com