Anne B. Ragde - bøkur merktar við "Lættlesibók"

Foto: Lasse Berre

Anne B. Ragde er norskur rithøvundur, fødd 3. desember 1957 og uppvaksin í Tróndheimi. Hon er útbúgvin sum cand. philol. í amerikanskum fjølsamskifti og starvaðist nøkur ár í hesum fakinum.

Hon skrivar bøkur bæði til børn og vaksin. Fyrsta bókin var ein barnabók: Hallo! – Her er Jo, sum kom út í 1986. Hon hevur skrivað ævisøgu um norska rithøvundin Sigrid Undset: Ogsaa en ung Pige, sum hon fekk Brageprisen fyri í 2001 og er haraftrat sera kend fyri at hava skrivað skaldsøguna Berlinerpoplene, sum eisini hevur gingið sum sjónvarpsrøð í NRK.

 

Útgávur:

2009 Ikki geva mær at eta! – Krabbabók, lilla, 4. torleikastig

 

Umrøða:

Anne B. Ragde: For høflig litteraturdebatt. Dagbladet 31. august 2000

Tinna Gudmundsdottir. Anne B. Ragde (50) ferdig med menn. Dagbladet, Magasinet 31 desember 2007

 

Heiður:

2001 Brageprisen

        Kultur- og kirkedepartementets fagbokspris for barne- og ungdomslitteratur

2004 Riksmålsforbundets litteraturpris

2005 Bokhandlerprisen

        Den norske leserprisen