PAX 8 - Hvítormurin

Bókaklubbin

118,00 kr  Spar 12,00 kr

  • Síður: 194
  • Útgávuár: 2018
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Aasa Larsson/Ingela Korsell
  • Myndir: Henrik Jonsson
  • Týðari: Súsanna Berg
Deil:

Á Himmalbrekkuni hvørvur eitt lítið barn knappliga, hon er sum uppslúkt av jørðini. Samstundis er Iris sporleyst horvin. Kann hetta hava samband við hvørt annað?

Alvi og Viggo fáa hjálp úr óvæntaðum staði, men hvussu kunnu teir bjarga nøkrum, sum er i klørnum á Svørtu heksini? Og einastaðni djúpt undir Mariefred kemur spakuliga lív í eina elligamla veru. 

Hvítormurin er áttandi partur av PAX-bókarøðini.