Molly Moon steðgar verðini

Bókadeild Føroya Lærarafelags

150,00 kr  Spar 30,00 kr

  • Síður: 298.0
  • Útgávuár: 2012
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Georgia Byng
  • Týðari: Elna Skylv Hansen
Deil:

Hetta er sjálvstøðugt framhald av bókini Ótrúliga hypnosubókin hjá Molly Moon, sum kom út í 2006.

Molly Moon er foreldraleys og býr á barnaheimi. Í fyrru bókini finnur hon eina hypnosubók, og hon má sanna, at hon hevur framúr evni at hypnotisera.

Hon endar yviri í USA, og tað stutta av tí langa er, at børnini á barnaheiminum, sum ikki høvdu tað serliga gott áðrenn, fáa tað nógv betri, tá ið Molly hevur tikið sær av nøkrum av starvsfólkunum á barnaheiminum.

Í hesari bókini fer Molly aftur yvir til USA. Hesaferð tí at hon frættir, at ríkmaðurin Primo Cell hevur líka stór evni sum hon at hypnotisera, og at hann ikki brúkar síni evni til tað góða, men heldur til at fáa meira vald, og tað vil Molly ikki vita av!