Í rósunnar miðju

Bókaklubbin

160,00 kr  Spar 20,00 kr
  • Síður: 132
  • Útgávuár: 2018
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Martin Widmark
  • Myndir: Ola Skogäng
  • Týðari: Vagnur Streymoy
Deil:

Stefan og pápi hansara halda jól saman einsamallir, eftir at mamman tók lívið av sær seinasta heyst. Nógvir ósvaraðir spurningar liggja eftir hana, og Stefan má finna svarini!

Hann sníkir seg at lesa eitt bræv, ið hon skriv­ aði stutt áðrenn, hon doyði. Hon ljóðar bang­ in í brævinum, og fyritøkan, hon arbeiðir fyri, heldur eyga við henni.

Brævið endar við eini tekning av eini rósu, har evarska smáir bókstavir hómast inni í henni.

Gátuføru boðini frá mammuni leiða Stefan út í ísakalda Stockholm móti øðrum ábendingum, sum hon smuglaði út, so virksemið hjá fyritøkuni kann verða avdúkað!

So líðandi merkir Stefan, at hann verður forfylgdur. Tess fleiri ábendingar hann finnur, jú greiðari verður tað, at forfylgjarin hevur ábyrgdina av, at mamman doyði. Verður hann tann næsti?

EIN SPENNANDI BLANDING AV SKALDSØGU OG TEKNIRØÐ.

MARTIN WIDMARK KENNA VIT FRÁ VÆLUMTÓKTU BÓKUNUM UM DETEKTIVSTOVUNA HJÁ LASSA OG MAIU, MEN HANN SKRIVAR EISINI TIL EITT SINDUR ELDRI LESARAR. EITT SERA SPENNANDI LOYNDARMÁL TIL TEIRRA AT SLÚKA.

Bókin kemur til tey 10-12 ára gomlu um mánarskiftið januar-februar