8-10 ár: Andskræmiliga søgan um Lítla Hann

Bókaklubbin

140,00 kr  Spar 15,00 kr
  • Síður: 140
  • Útgávuár: 2021
  • Upprunamál: Svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Lena Ollmark
  • Myndir: Per Gustavsson
  • Týðari: Ása Ellefsen
Deil:

Onkuntíð er gott at vera bangin … Hetta er søgan um Lítla Hann. Hann fer at vitja hjá verðins besta abba, men tá hann kemur har, er onki, sum tað plagar. Urtagarðurin er tilgrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin – klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru … Hetta er ein rættiliga óhugnalig søga um ræðslu, vandar og ræðandi skrímsl. Men hon er eisini um longsul, kærleika og dirvi. Og so fært tú at vita, hvussu tú klárar óhugnalig spøkilsi!

 

Les eisini Ræðuligu søguna um Lítlu Hon.

Bókin kemur til tey, sum eru 8-10 ár, í september.