11-13 ár: Perlufiskarin - Søgnin um eygnasteinin 1

Bókaklubbin

180,00 kr  Spar 18,00 kr
  • Síður: 242
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Karin Erlandsson
  • Myndir: Tuuli Toivola
  • Týðari: Guðrið Rubeksen
Deil:

Perlufiskarin er við okkum niður í havdjúpini, inn í eina fremmanda, men púra sjálvsagda verð, har perlur syngja á havsins botni, við gormkrabbum, gullstertum og, um illa vil til, rósuhávum. Miranda finnur tær vakrastu perlurnar í havdýpinum og veit, at eygnasteinurin, tann virðismiklasta perlan, sum so nógvar sagnir eru um, kann gerast hennara. Men hvat skal hon gera við Syrsu, barnið, sum hon verður noydd at taka til sín, hon, sum sussar alla tíðina, og sum ikki dugir at kava, uttan at sandur fýkur upp av botninum? Leitanin eftir eygnasteininum tekur Mirandu og Syrsu við til fremmand støð. Tær hitta fólk, sum tær gerast góðar við, men tær møta eisini vandum. Tær hava sett ferð á óvæntaðar røringar.

Søgnin um eygnasteinin er ein bókarøð við fýra bókum. Ein frásøgn um longsul, tráan og vinalag, og um tað, sum í grundini hevur nakað at týða í lívinum.

Eg hyggi at økslini á Syrsu og staðnum, har armurin eigur at vera. Hon sær eygnabrá mítt og flennir so breitt, at munnvikarnir sýnast at koma aftur til oyruni.
„Tað var ein rósuhávur,“ sigur hon. „Júst sum við arminum á tær.“

Bókin kemur til tey 11-13 ára gomlu síðst í oktober