10-13 ÁR: Rustaði heimurin III - Ókrút

Bókaklubbin

220,00 kr  Spar 25,00 kr
  • Síður: 82
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: Danskt
  • Rithøvundur: Adam O.
  • Myndir: Adam O.
  • Týðari: Tórarinn Niclasen á Rípuni
Deil:

Tey fýra systkini hava sett seg upp ímóti risafyritøkuni Atlas og tí óhugnaliga Døkka Gubba. Men nú eru Píl, Petur, Bowie, foreldrini og abbin fangað í Atlastorninum. Bara lítlasystirin Ramona gongur leys. Hon er stødd skeivumegin elektropulsmúrin í rusklandinum Danmark, men tíbetur hevur hon tann tonsatunga námsrobottin, Rusk, hjá sær, og tey bæði ætla sær at bjarga familjuni.

Ókrút er triðja bók í røðini Rustaði heimurin.

 

Bókin fer til børn, sum eru 10-13 ára gomul.