Froskurin Frýsi

Bókaklubbin

180,00 kr  Spar 19,00 kr

  • Síður: 204
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: Danskt
  • Rithøvundur: Anette Wilhjelm Jahn
  • Myndir: Nina Broen og Silhuet
  • Týðari: Jenny Lydersen
Deil:

Tað byrjar sum ein keðiligur dagur hjá Annu, sum er átta ára gomul. Mia og Frida tíma ikki at spæla við hana í skúlanum, og heima í gøtuni sleppur hon heldur ikki upp í part. So til alla lukku hevur hon sítt frálíka spælihús í garðinum, har hon kann fáa frið. Men sum hon stendur og rørir í grýtuni á tí lítla komfýrinum og rættir seg eftir eini skál í vindeygakarminum, fær hon í staðin fatur á einum vamlisligum, kleimutum froski. Hon sleppir honum. Hann dettur tungliga niður á gólvið, har hann situr við øllum sínum pirrum, einum hálsi sum rørist so vamlisliga og tveimum stórum, rullandi eygum, sum gløa at henni.

Hon sleppur bara út, um hon gongur tætt fram við tí skelvandi froskakroppinum. Og hvat hendir, um hann knappliga loypur upp á høvdið á henni? Anna torir ikki at flyta seg. Júst tá gapar tann andstyggiligi froskurin við sínum skeiva, pirruta munni og spyr, um hon hevur hug at lurta eftir einum ævintýri … Og tað verður byrjanin til eitt loyndarfult vinalag.