Nógv tann elsti í flokkinum
Bókaklubbin
136,00 kr
Spar 13,00 kr
- Síður: 80
- Útgávuár: 2022
- Upprunamál: Íslendskt
- Rithøvundur: Bergrún Íris Sævarsdóttir
- Myndir: Bergrún Íris Sævarsdóttir
- Týðari: Þóra Þóroddsdóttir
Tað kann vera eitt sindur merkiligt at byrja í nýggjum skúla, tá tú ongan kennir. Tað er eisini løgið, tá ein 96 ára gamal maður setir seg undir liðina á tær, og eingin annar hugsar um tað! Skjótt verða floksfelagarnir Eyð og Ragnar bestu vinir, hóast tað eru 90 ár á muni millum tey. Tá Eyð uppdagar loyndarmálið hjá Ragnari, gera tey bæði eina avtalu, men fer Eyð at klára at halda hana?