5 minuttir long ævintýr
Bókaklubbin
235,00 kr
Spar 15,00 kr
- Síður: 198
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: danskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Peter Gotthardt endursegði
- Myndir: Sussi Bech og Bente Bech
- Týðari: Laura Joensen
Einaferð var tað … soleiðis byrja mong av teimum ótrúligu ævintýrunum, sum vit øll kenna og dáma. Í hesi bókini hava vit valt 32 av teimum allarbestu – og tey eru endursøgd soleiðis, at tey taka 5 minuttir at lesa fyri teimum smáu! Tey rigga væl sum songarlesnaður ella til eina stutta hugnaløtu nær sum helst á degnum.
Tann danski barnabókarithøvundurin Peter Gotthardt hevur endursagt ævintýrini, so tey hóska til nútíðar málburð uttan missa sín gandakenda dám. Tveir av best umtóktu og kendastu myndprýðarum hava myndprýtt bókina. Tað eru systrarnar Sussi Bech og Bente Bech, ið hava fingið fleiri virðislønir.L