Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið
Bókadeild Føroya Lærarafelags
147,00 kr
Spar 30,00 kr
- Síður: 42.0
- Útgávuár: 2009
- Upprunamál: íslendskt
- Innbinding: innbundin við fløgu
- Rithøvundur: Hallfríður Ólafsdóttir
- Myndir: Tórarinn Már Baldursson
- Týðari: Tóra Tóroddsdóttir
Magnus Musikus er stak heppin, tá ið hann av tilvild villist inn í eina tónleikahøll, har symfoniorkestrið venur til eina framførslu. Magnus kennist við menniskjatónleikin frá reypinum hjá langabbanum, men nú sleppur hann endiliga sjálvur upp í part.
Við orðum og myndum leiðir henda stuttliga søgan lesaran inn í ta gandakendu tónleikaverðina. Ævintýrið hjá Magnusi vindur upp á seg, meðan lesarin hoyrir um tey ymisku ljóðførini, og hvussu tey ljóða.
Við bókini fylgir ein fløga, har Anfinn Heinesen lesur søguna, og íslendska symfoniorkestrið spælir verkini í bókini. Arina Bischoff syngur lagið hjá Magnusi Musikus. Umframt tað spælir Føroya Symfoniorkestur tónleikaverkið Ólav Riddaraós.