Loftar tú mær?

Bókaklubbin

132,00 kr  Spar 17,00 kr

Deil:

Loftar tú mær? er ein bók, sum bæði hevur vakrar myndir og eina vakra søgu. Tað er ikki lætt at tosa um deyðan ella tað at missa onkran, sum vit eru góð við. Men viðhvørt kann ein bók seta orð og myndir á tað, sum vit ikki duga at tosa um. Og tað er júst tað, sum henda bókin ger. Bókin er ein blíð søga um deyðan, sum er góð hjá børnum og vaksnum at lesa saman og at tosa um. Søgan lýsir sjónarhornini hjá trimum systkjum. Huglagið er eymt og syrgið, men tó eisini lívsjáttandi. Myndirnar spæla á vakran hátt við ljós og myrkur, dýpd og lættleika.

Aftan á døgurða verða tey send út í garðin: lítlibeiggi, systir og stóribeiggi. Lítlibeiggi uppi í trænum, systirin við drekanum og stóribeiggin við brunnin. Trý børn, sum á hvør sín hátt syrgja langommuna, sum ikki er til longur. Burtur er tað heita klemmið, tann glaða røddin og tað tryggasta brosið. Men tey hava hvørt annað …

Søgan endar tíbetur væl. Og hóast hon snýr seg um sorg og deyða, so snýr hon seg líka nógv um kærleikan, sum ger tað so gott at liva.

Umframt at skriva søguna hevur Rakel Helmsdal eisini gjørt allar myndirnar í bókini. Hon hevur gjørt figurarnar, lutirnar og alla pallmyndina á myndunum, og so hevur hon tikið myndir av tí. Rakel Helmsdal hevur eisini skrivað skrímslabøkurnar um Stóra skrímsl og lítla skrímsl, Miljuløtur og nógvar aðrar barnabøkur.