Froskarnir í Nólsoy

Bókadeild Føroya Lærarafelags

150,00 kr  Spar 30,00 kr

  • Síður: 32
  • Útgávuár: 2016
  • Upprunamál: føroyskt
  • Rithøvundur: Joan Sørinardóttir
  • Myndir: Bird
Deil:

Froskar í Føroyum? Jú – so er! Í hesari nýggju myndabókini eftir Joan Sørinardóttir kanst tú lesa stuttligu søguna um, hvussu vit kunnu ímynda okkum, at froskarnir komu til Føroyar.

Ein morgunin, tá abbin tíðliga sum vant fór út í garðin, gjørdist hann púrast ovfarin. Á einum træspreki sat ein froskur og hugdi at honum við stórum útspílaðum eygum. Abbin var ovurfegin og segði: ”Jú, mín sann, nú havi eg sæð hetta við. Tú, vælsignaður, skalt vera froskakongur, froskakongurin Fróði av Nólsoy.”

Nýggj myndabók eftir rithøvundan til ’Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat’ Joan Sørinardóttir.