Haruungin Nelus - Ummæli

Haruungin Nelus - Ummæli

Poulina Slættanes ummælir

 

Hendinga fittlig søga um haruhvølp í Svíni 

Heitið á bókini er Haruungin Nelus; Jógvan Edmund á Geilini hevur skrivað, og Napoleon Smith hevur teknað. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út fyri kortum. Jógvan Edmund á Geilini hevur aftur prógvað, at hann er tikin úr leikin at siga eina góða søgu, ið bæði børn og vaksin verða burtur í. Í 2006 gav Bókadeildin út bókina um dunnuungan Pu, sum við frálíkum tekningum legði seg tætt at eini staðbundnari søgu. Hesa ferð er søgan um haruungan Nelus, ið er so eygagóður og mjúkur at strúka eftir nakkanum og aftur í drunnin. Líka sum Pu æt eitt sovorðið snedigt navn, eitur haruhvølpurin eisini eitt sindur pussit: Nelus. Vit fáa at vita, hví. Tað er tí at honum dámdi so væl kanel oman á greyt og ketilost og altíð skuldi hava meiri ”nel”, tí enn dugdi hann ikki at tosa ordiliga. Tí fekk hann kallinavnið, og tað legði Nelus ikki petti í. Søgan um Nelus fevnir so breitt. Tí er hon so góð. Bókin savnar seg um ein part av Norðoyggjum. Á fyrstu opnu hevur myndprýðarin og skyldmaður Jógvan Edmund, Napoleon Smith, teknað eystaru oyggjarnar og lagt hendingagongina inn á plássini heilt úr Árnafirði og út til Svínoyar. 
Søgan er gerandislig. Sum hjá vanligum fólki síggja vit djórafamilju við sínum skyldfólkum. Hesum dámar at skreiða og aka sum vit og stuttleika sær. Og tá haruhvølpurin Nelus einaferð kemur heilt illa fyri, sleppur hann at koma fyri seg í eini dukkusong. Bókin røkkur at fevna um staðarnøvn, siðsøgu, søguligar hendingar og lívligt harulív í haganum við haruabbanum, ið var ein av fyrstu niðursetuharunum, sum komu út til Svínoyar úr Árnafirði. Samarbeiðið millum Jógvan Edmund og Napoleon er hendinga gott. Teknarin hevur loftað framúr væl søguni, sum hann myndar við frálíkum litstrokum. Hann er trúfastur at staðbundna staðnum, - fjøllunum í Svíni og litføgru bygdini. Forkunnugt er í bókini at eygleiða oyggjakortið av Norðoyggjum, áðrenn sjálv søgan byrjar. Aftast í bókini er góð kunning um haru og harustovnin umframt stuttleikakendar harutekningar. 
Seinastu árini hava Edward Fuglø, Oddvør Johansen og lærarin á Geilini skrivað søgur, ið málbólkurin hevur tikið til sín. Men tey vaksnu taka væl undir við lestrinum. Tað er, sum hesar søgurnar hava so nógvar síðuvegir at fara inn á. Sjálvandi fer mann aftur til søgutráðin. Tá er talan um eina góða søgu. Æða, dunnuungi, hara, ja, børn elska hesar ómælandi skapningar. Stúrdi fyri, at Nelus fór at tuska undan einum byrsumanni og kanska fór at verða raktur í tey ”oyralongu”, men tíbetur nevnir søgan einki um byrsu og harusteik. Vit gleða okkum til allar tær komandi myndasøgurnar, Bókadeildin fer at geva út. Kanska gongur eingin fittligur kálvur longur úti í Svíni, men smálombini eru mong um vártíðir. Úr teimum spyrst kanska onkur fitt søga – um forvitna lambið, ið dettur í Árantsholið, hvør veit? Gevi hesi barna- og myndabók besta viðmæli.

 

 

Fyrru tíðindi Næstu tíðindi