Um upprunan til sløgini - ummæli

Um upprunan til sløgini - ummæli

Sjúrður Hammer, ph.d. og lívfrøðingur, ummælir

Í 1859 kom kenda bókin hjá Charles R. Darwin út, sum eitur ”On the Origin of Species by Means of Natural Selection, or the Preservation of Favored Races in the Struggle for Life”, ella sum vit best kenna hana “Origin of Species”.  Við hesari bókini legði Darwin lunnar undir menningarlæruna og greiðir frá, hvussu lívið á jørð hevur ment seg. Tá ið bókin av fyrstantíð kom út, bleiv hon rykt av hillunum, og umframt ótalligar endurprentingar eru eisini nógvar serútgávur útgivnar ígjøgnum tíðirnar. Ein tann nýggjasta av hesum kom út í februar í 2019, og hon er ein nýtulkandi myndabók til børn millum 4-12 ár. Sabina Radeva, sum bæði er lívfrøðingur og grafiskur sniðgevi, hevur skrivað og myndprýtt hesa bókina við innbjóðandi tekningum, sum einfalt og elegant greiða frá høvuðstonkunum handan menningarlæruna. Bókin bleiv fíggjað sum eitt sonevnt “crowd funding”-átak, har ið vanlig folk vóru við til at fíggja arbeiðið, og úrslitið má sigast at vera sera væl eydnað, tí hon er longu umsett til 18 tungumál. Tað er tí sera spennandi, at Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur tikið stig til at fáa hana umsetta til føroyskt. Guðrun og Jens Petur Gaard hava umsett bókina, sum júst er komin út við heitinum: “Um upprunan til sløgini”. Hetta er sum mær kunnugt fyrstu ferð, at vísindaligi hornasteinurin eftir Charles Darwin er komin út á føroyskum. Tó at málbólkurin heilt greitt er børn, so vildi eg mett, at nógv vaksin høvdu havt gott av at lisið hana fyri at skilja grundarlagið handan menningarlæruna.

 

Modernaði naturalisturin

Orðið naturalist er tíanverri næstan dottið burtur í vísindaheiminum. Tað merkir ein, sum kannar náttúrusøgu, men er eisini eitt úttrykk fyri, at man fyrr hevði eina breiðari og fjølbroyttari náttúruvitan, enn flestu náttúrugranskarar hava nú á døgum. Verkið eftir Charles Darwin var eitt úrslit av rúgvismiklum eygleiðingum, tankum og vísindaligum hypotesum, sum hann innsavnaði á sínari drúgvu ferð umborð á rannsóknarskipinum, HMS Beagle, kring heimin, og eftir at hann kom aftur til Kent í Onglandi. Nógvir av hansara tonkum og tekningum finnast framvegis í notatbókum. Eitt áhugavert og gott hugskot við nýtulkingini hjá Sabina Radeva er, at bókin er ikki skipað sum ein vanlig bók, ið skal lesast úr enda í annan, og hvør opna er sostatt ikki tongd at undanfarnu síðunum. Bygnaðurin tykist at líkjast, hvussu ein notatbók hjá einum naturalisti sær út. Við hesari spennandi bók verður tann ungi naturalisturin bjóðaður at seta sítt navn á fyrstu síðu, júst sum ein kann hugsa sær, at Charles Darwin hevði gjørt við sínar mongu notatbøkur. Vakrir, litfagrir firvaldar prýða báðar permurnar við føroyskum og latínskum nøvnum og illustrera á ein hátt ta innsavningina, navngevingina og greiningina, sum Darwin gjørdi til at uppbyggja sína stóru menningarlæru. Eitt annað, sum brýtur frá við hesari bókini, er, at ongi síðutøl verða givin, og tað verður víst til uppískoyti aftast í bókini, eins og tað ofta er í vísindaligum bókum. Um hetta er tilætlað ella ei, er ikki greitt, men tað er í tráð við, at henda bókin er ein brellbiti til framtíðar naturalistar.

Tíðliga í bókini verður lesarin tikin við á ferðina kring heimin. Har verða eyguni drigin runt í regnskóginum, har man kann uppdaga ymisk sløg av verum, náttúrufyribrigdum og steinrenningum, sum hava verið fullkomiliga nýggj og fremmand fyri unga Darwin. Eg meti, at tað eydnast høvundinum væl at illustrera ta undran og uppdagingarhugin, sum er reyði tráðurin í bókini. Longri man kemur inn í bókina, meir torfør verða hugtøkini, og meir byrjar hon at líkjast einari lívfrøðibók. Tí er tað á ein hátt spell, at ongi síðutøl eru í bókini, tí tað ger tað helst eitt sindur ópraktiskt at brúka hana í skúlanum. Men tó so vildi eg avgjørt mett, at hendan bókin kundi væl verið hóskandi hjá ungum í framhaldsdeildini til at fáa eitt einfalt og greitt yvirlit yvir menningarlæruna, og hvussu hon er skrúvað saman.

“Tað er stórleiki í hesari lívsfatanini”

Tað skerst ikki burtur, at tó at menningarlæran er gomul, og at hon er vorðin grundarlagið undir fleiri náttúruvísindaligum greinum, so er hon framvegis eitt kontroversielt evni í ávísum støðum í heiminum. Í Føroyum vísir tað seg at vera óvanliga nógv fólk, sum ikki trúgva, at menningarlæran er ein nøktandi forkláring upp á, hvussu lívið á jørð hevur ment seg. Eg meti ikki, at henda bókin fer at sannføra ein persón, sum í forvegin hevur ein negativan hugburð til menningarlæruna. Men Sabina ger eina erliga roynd at viðgera ta modernaða kjakið ella rættari sagt nakrar vanligar misskiljingar við menningarlæruni. Men eg vildi mett, at hetta er ein avbjóðing sum finst fyri ein eldri lesaraskara enn verandi bók vendir sær til. Tað er onki at taka feil av, at teir negativu hugburðir, sum finnast umkring menningarlæruna, eru uttan undantak átrúnaðarliga ella politiskt grundaðir, og tí kemur man ikki langt við vísindaligum logikki.

Tó at tað var mikið rok um hana, tá hon kom út, so vendist ikki aftur, tí fyri at brúka høvundsins egnu niðurstøðu: ”Tað er stórleiki í hesari lívsfatan, at lívsmátturin sum einaferð er blástur í fáar ella eina veru, meðan okkara gongustjørna hevur malið sína leið í samsvari við ta óvikaligu tyngdarlógina, hava, frá eini so einfaldari byrjan, endaleyst tal av vakrastu og undurfullastu skapningum ment seg og mennast framvegis.”

Mítt erligasta viðmæli av hesari bókini er, at eg vildi ynskt, at hon var komin út fyri nógvum árum síðani, tá eg framvegis var ungur. Eg eri helst ikki nakað eindømi, men lívfrøði og náttúra hava altíð havt mín áhuga, men orsakað av lærarum við handfaringarótta og eitt ótal av møsnandi prædikantum, so skuldi tað vísa seg, at eg var meir enn hálvvaksin og á universiteti, áðrenn eg skilti og sá “stórleikan” við menningarlæruni, og at hon grundleggjandi ikki er í andsøgn við ein skapara. Um børn kunnu fáast at skilja, at menningarlæran veitir okkum besta forstáilsið fyri, hvussu lívið á jørð hevur og áhaldandi mennir seg, so er hetta eitt stórt framstig fyri náttúruvísindi í Føroyum.

 

Fyrru tíðindi Næstu tíðindi