Stuttligt, stuttligari, træhúsið!

Stuttligt, stuttligari, træhúsið!

Kennir tú træhúsabøkurnar?

 

Um ikki, so er hetta upplagdur summarlesnaður til tín, og tað er stórur kjansur fyri, at hetta verða tær nýggjastu yndisbøkurnar í húsinum. Andy og Terry búgva í heimsins størsta træhúsi - og teir byggja 13 nýggjar hæddir fyri hvørja bók. Í træhúsinum eru tey mest ótrúligu og øru tingini. Ein maskina, sum skjýtur skúmgæti í munnin á tær, tá tú ert svangur, flúgvandi kettur, mannaetandi hávar, ein skúli fyri ninjasniglar og mangt, mangt annað. Andy og Terry byggja ikki bara hús, teir skriva og tekna eisini bøkur fyri Harra Stór Nøs. Andy skrivar og Terry Teknar, og søgurnar, ja, tær sleppa vit tíbetur at lesa!

 

 

Mamma og dóttir viðmæla

"Dóttir mín gongur í 2. flokki, og hon/vit hava lisið hesar fleiri ferðir ígjøgnum. Tær blíva ongantíð keðiligar. 

Vit royna at lesa nógv, og eg havi uppdagað, at ongar bøkur hava fanga áhugan so væl sum hesar.

Eg havi viðmælt eini vinkonu somu bøkur, sum hevur ein drong, sum ikki tímir so væl at lesa, men tað beit á beinanvegin. Tey elska tær. 

Lesigleðina hjá børnum er umráðandi at fanga (serliga í hesum skermtíðum), og tað kunnu hesar bøkurnar heilt vist."

Margreth Rasmussen og Sóley Tanggaard Rasmussen

  
 

 

Bjalla hevur bygt sítt egna træhús!

 Hon hevur gjørt træhúsið úr eini pappeskju, íspinnum, sjampanjuproppum og øðrum, sum hon átti inni.

Um tú hevur lisið træhúsabøkurnar, so kennir tú heilt víst fiskabúrið við mannaetandi hávum, sum Bjalla her hevur gjørt.

Hvat vilt tú hava við í títt træhús?

 

 

"Mær dámar bókina sera væl, tí hon er so stuttlig. Og tekningarnar eru eisini ordiliga, ordiliga stuttligar."

 Bjalla ummælti Træhúsið í 13 hæddum í Píka7 2/2018

 

 

 

 "Eg mæli øllum til at lesa hana, og eg vænti, at hon er serliga góð hjá teimum, ið ikki tíma so væl at lesa."

Brandur Kallsberg ummælti Træhúsið í 13 hæddum í STROK 2/2018

 

 

 

Fyrru tíðindi