Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020

Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020

Bókin Loftar tú mær?, sum Rakel Helmsdal bæði hevur skrivað og evnað myndir til, er í uppskoti til ta stóru Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2020. Saman við 14 øðrum verkum úr øllum Norðurlondum er henda bókin vald, tí hon verður mett at hava serliga skaldsliga og listaliga dygd. Dómsnevndin hjá Norðurlandaráðnum grundgav m.a. soleiðis:

“Rakel Helmsdal setir í myndabókini Loftar tú mær? orð og myndir á eitt evni, sum tað kann vera trupult at tosa um. Huglagið er syrgið, men samstundis eisini lívsjáttandi, av tí at bókin lýsir deyðan sum ein natúrligan og óvikiligan part av lívinum – ein part, sum ikki bara tey vaksnu, men eisini børnini uppliva. Júst samspælið millum tekst og orð gevur frásøgnini eina serliga dýpd og bjóðar bæði barninum og tí vaksna lesaranum av. Serliga mátin, sum myndirnar spæla við ljós og myrkur, og teir mongu margtýddu smálutirnir gera, at teksturin víðkast, og at lesarin upplivir eina kenslu av nærveru. Við hesi myndabókini hevur Rakel Helmsdal ikki bara gjørt eitt stórt avrik sum rithøvundur, men eisini sum myndprýðari.”

Øll grundgevingin kann lesast á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum: https://www.norden.org/da/nominerede/rakel-helmsdal

 

Bókadeildin fegnast um, at bókin er í uppskoti til tvær stórar norðurlendskar virðislønir, ta hjá Útnorðurráðnum og ta hjá Norðurlandaráðnum.

Virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar í november.

 

Loftar tú mær? er ein hjartanemandi søga um trý systkin, sum syrgja langommu sína. Aftan á døgurða verða tey send út í garðin, lítlibeiggi situr uppi í trænum, meðan systirin spælir við dreka og stóribeiggi situr á brunninum og hugsar. Øllum trimum leingist eftir langommuni, sum nú ikki er til meira. Tey uppliva sorgina á hvør sín hátt, og lesarin fylgir sjónarhorninum hjá øllum trimum børnum. 

Fyrru tíðindi Næstu tíðindi