- Tað stuttliga við at skriva barnabøkur, er, at børn eru meira spontanir kritikarar: tey siga frá, og tað hevur týdning. Ein høvundur situr næstan altíð einsamallur og arbeiðir, og tí hevur tað stóran týdning at vita, hvussu tað skrivaða verður móttikið, tá tað fer at liva sítt egna lív á prenti.
Rakel Helmsdal hevur millum annað skrivað kendu myndabøkurnar um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl, Veiða vind og bøkurnar um Hugo, Port Janua og Mosakulluna. Hon rekur eisini føroya einasta dukkuteatur, Karavella Marionett-Teatur, har fleiri aðrar søgur koma til lívs. Og beint er hon í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin við ungdómsbókini Hon, sum róði eftir ælaboganum - hjartaliga til lukku við tí!
Vit hava hitt virkna rithøvundan til eitt bókaprát.
- Tá eg fari undir at skriva eina søgu, er málbólkurin ikki tað fyrsta, eg hugsi um. Hugskotið avger, hvat slag tað verður. Alt er spennandi at skriva, um hugskotið er nóg gott.
Rakel hevur altíð havt hug at finna upp á søgur, so tað at vera rithøvundur kom líkasum av sær sjálvum. Kortini valdi hon tað ikki tilvitað sum starv, fyrr enn hon var eini tvey-trý og tjúgu. Um hetta mundið flutti hon til Fraklands og fór at skriva burturav. Síðan tá er rúgvan av útgávum alsamt vaksin.
Hon, sum róði eftir ælaboganum
Forelskilsi, vinalag og svik eru øll evni, sum verða viðgjørd í einastu ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal, sum eisini egnar seg til vaksna lesaran.
Høvuðspersónur er gentan Argantael. Argantael er dugnalig og vøkur, og í skúlanum síggja tey upp til hana, tí hon hevur alt tað nýggjasta nýggja. At síggja til hevur hon alt, ein ungdómur kann hugsast at ynskja sær, men so er ikki. Tað, Argantael helst vil hava eru foreldur, sum brýggja seg um hana.
Sum lesari fært tú innlit í lívið hjá Argantael saman við einum kensluliga avmarkaðum pápa og sálarsjúkari mammu - tvey vaksin, sum ikki megna at seta barnið í miðdepulin. Kenslusami tannáringurin fær í so nógv at vevja seg úr, tá ið hon hittir ‘papp’systkini Dagan og Morganu, stutt eftir at ein vanlukka hevur rakt heim hennara. Argantael ger av at sjólátast.
Ein drúgv tilgongd
Søgan um Argentael hevur verið leingi á veg. Fyrstu ferð, vit hoyra um Argentael, er í erotiska stuttsøgusavninum Ein varligur dráttur í tara frá 1996. Sjálv sigur Rakel, at tað var eins og slapp hon ikki undan at siga alla søguna um hana.
- Við uppfunnum persónum er tað eitt sindur sum við livandi menniskjum, tú kanst ikki bara sleppa tær av við tey, tá tú hevur hug. Tey krevja sítt pláss og vilja verða hoyrd. Persónurin Argantael hevur líkasum hildið á at liva sítt egna lív, síðani eg skrivaði hasa fyrstu søguna. Ymisk hugskot, sum eg havið fingið gjøgnum árini, hava hóskað til hennara og so við og við er ein heil verð vorðin til rundan um hana. Gentan Morgana, sum eisini er við í stuttsøguni um Argantael, fekk ein stóran leiklut í leikinum Vitavørðurin, sum eg skrivaði fyri Grímu í 1998. Men sjálvandi hoyrir hon eisini til í hesi søguni, har Argantael er høvðuspersónur. Har komu so hvørt nógvir aðrir persónar, sum hoyrdu til saman við Argantael.
Hendan søgan er eins lítið og t.d. søgurnar Úr Mosakullini nakað, sum Rakel sjálv hevur upplivað, men samstundis er hon, eins og alt annað sum hon og aðrir høvundar skrivað, eisini ein brotpartur av veruleikanum.
- Tað snýr seg mest um at duga at leggja ting saman og trekkja onnur frá. Eitt slag av øðrvísi høvuðrokning. Tá tú t.d. skalt gera ein persón til eina søgu, kanst tú seta teg niður og finna uppá alt um hendan persónin frá botninum av, men tað er ólíka lættari at nýta tað, tú hevur kring teg. Tak nøkur fólk tú kennir, tak útsjóndina frá A og B, gongulagið frá C, persónligheitina frá D og E og fortíðina frá F. Tá tú lesur um persónin, fer hann at traðka púra livandi fram, men neyvan ein einasti av tínum kenningum fer at kenna seg aftur. Tú hevur bæði lagt afturat og trekt frá, til persónurin er heilt sín egni. Tí er alt møguligt í søguni veruligt og kortini als onki. Satt at siga er hendan bókin líka veruligt, sum bøkurnar um lítla og stóra skrímsl.
Port Janua
Hon, sum róði eftir ælaboganum er søgd í Port Janua og fyriheldur seg til umhvørvið har, men hon kundi verið so nógva aðrastaðni, har tað er ein býur við havið.
- Port Janua er ein býur, sum liggur har lesarin hevur hug at staðseta hann, tað gevur bæði mær og lesarunum frælsi. Vit kunnu øll leggja okkara egnu upplivingar inn í hann. Søgan gongur fyri seg í eini ógreiniligari nútíð, sum alt tað eg skrivi úr Port Janua. Tíðin og staðið hava ikki stóran týdning fyri hesa søguna. Tey menniskjasligu sambondini, sum hetta er um, kunnu verða í so nógvum tíðum.
Sermerkt nøvn
Argentael er eins og nógv av nøvnunum, sum Rakel gevur høvuðpersónum sínum, rættiliga sermerkt og ikki eitt, vit vanliga hoyra brúkt í Føroyum. Men hevur tað nakað at siga, um søgupersónarnir eita Anna, og Jákup ella Argentael og Dagan?
- Nøvnini Argantael, Dagan og Morgana eru øll keltisk, mær dámar keltisk nøvn. Persónurin Argantael var til fyri so langari tíð síðani og hevur livað eitt langt lív saman við mær. Eg kundi ikki broyta nøvnini hjá henni og hinum báðum, m.a. tí tey vóru longu komin á prent. Eitt navn er við at skapa ‘litin’ hjá einum persóni, tónleikurin í navninum ella týdningurin av navninum eru við til at gera tey til tann, tey eru. Argantael er ikki ein Anna í hesum føri, tað ‘smakkar’ ikki rætt.
Mást lesa bøkur fyri at skriva bøkur
Rakel eigur nógvar bøkur, og ringt er at finna nýggj støð í húsinum at gera bókahillar. Tí keypir hon sjáldan bøkur, sum hon ikki frammanundan kennir, altso bøkur, sum hon veit, hon fer at lesa umaftur. Men tíbetur eru bókasøvnini full av øllum teimum, sum ikki eru pláss til heima. At koyra bøkur út, fær hon seg ikki til, tí sum hon sjálv sigur: - Tú koyri ikki vinfólk í skrell!
- Eg haldi ikki, at tú kanst vera høvundur, um tú ikki ert lesari. Tað er ein partur av tíni útbúgving sum høvundur. Ofta verður sagt, at vit hava bara eitt lív, men lesarar hava túsundtals. Tað er enn betri at vera høvundur, tú hevur ikki bara túsundtals av lív, tú kanst eisini skapa tey – tú ert gud!
- Rithøvundar eru tjóvar. Vit stjala við hond og fót av øllum rundan um okkum og nýta tað til egnan vinning, (harvið er tað ikki sagt, at tað førir til peningaligan vinning). Tað besta er, at vit í allarflestu førum sleppa snikkaleys frá tí, í hvussu so er teir góðu tjóvarnir. Ongin varnast nakrantíð stuldurin.
Og tað fer heldur ikki ein dagur framvið, uttan at tað verður blaðað í eini bók ella lurtað eftir eini ljóðbók.
- Eg lesi ikki so nógv, sum eg kundi hugsa mær (t.e. minst helvtina av degnum). Tí fór eg fyri einum tveimum árum síðani at lurta eftir ljóðbókum eisini. So kann eg sita í mínum marionettverkstaði og hoyra góðar bøkur, meðan eg arbeiði. Eg lesi mest barna- og vaksnamannabøkur, men av og á eisini ungdómsbøkur. Serliga væl dámar mær fantasy og klassikarar.
Síðan Rakel var barn, hevur hon droymt um marionettir, og sjónleikur hevur altíð havt eitt stórt pláss í hennara hjarta, so tá hon leitaði sær eftir einum starvi, sum hon kundi hava afturat høvundavirkseminum, valdi hon at gera barndómsdreymin um eitt marionettleikhús til veruleika.
- Tað ber ikki til at liva av at skriva bøkur, men á henda hátt kann eg geva søgum mínum eitt øðrvísi lív enn bara í bókini og samstundis liva av at fáast við tað, sum mær dámar best at gera: skriva, modellera, seyma búnar, gera leiktjøld, seta ljós og ljóð, gera røddir, finna uppá og vera tann handan leiktjøldini, sum fær alt til at henda.
Í løtuni arbeiðir Rakel við trimum handritum, einum til børn, einum til ung/vaksin og einum um skrímsl. So vit lesarar hava nógv at gleða okkum til:)