Frøknut, frísut, sjálvbjargin og bumbusterk!

Frøknut, frísut, sjálvbjargin og bumbusterk!

Dukkur, føstulávintsbúnar, filmar og so framvegis. Ja, viðhvørt kann mann næstan gloyma, at Pippi Langsokkur eisini er ein bók.

Pippilotta Viktualia Rulligardina Krusmynta Efraimsdóttir Langsokkur – betur kend sum Pippi – er ein av mest elskaðu figurunum hjá Astrid Lindgren. Hon er jú kul! Frøknut, frísut, sjálvbjargin og bumbusterk. Børn kunnu ikki annað enn vera hugtikin av hesi mergja gentu.

Ein genta, sum ger sum henni lystir!

Svenskarar vóru á gosi, tá ið Pippi Langsokkur kom út í november 1945. Seinni Heimsbardagi, sum hevði lagt stórar partar av Evropa í oyði, var júst av. Børn, og kanska serliga gentur, fingu eina stranga uppaling. Men nú kundu børn í øllum Svøríki – og skjótt eisini øllum heiminum – lesa um eina óvanliga sterka gentu, ið gjørdi júst sum henni lysti. 

Pippi var nasvís móti teimum vaksnu og rendi høvdið niður í kakuna. Alt meðan nýggju og skelkaðu vinir hennara, Tommy og Annika, hugtikin hugdu at. Men Pippi er ongantíð órein móti nøkrum.

- Tann, sum er ógvuliga sterkur, má eisini vera ógvuliga fittur, skrivar pippi-rithøvundurin Astrid Lindgren. Ongin onnur barnabók í allari verðini líktist bókini um Pippi Langsokk.

Úr bókini 'Pippi fer at keypa'.

Mynd úr bókini 'Pippi fer at keypa'. Bøkurnar um Pippi eru týddar til 70 mál, og at umleið 60 milliónir eintøk eru seld. 

Vit kunnu undrast á ...

Tað verður ofta sagt, at bókin fekk nógvan kritikk, tá ið hon kom út. At tey vaksnu ikki toldu, at Pippi gjørdi gjøldur við løgregluni og ikki vildi læra seg tabellina. Men tað passar ikki veruliga. Tey flestu hildu bókina vera fantastiska. Men vit kunnu undrast á, hvat hevði hent, um fyrsta Pippibókin kom út í dag í staðin. Tað er ikki vist, at tey øll tey vaksnu høvdu verið so glað fyri tær meiru øru og ófólkaligu síðirnar hjá Pippi …

(Leggjast kann afturat, at fyrsta forlagið, sum bókin var send til, vildi ikki geva bókina út. Astrid skrivaði hana um og sendi søguna til eina kapping. Handritið vann, og eitt annað forlag gav tað úr nakrar mánaðir seinni.)

Um tá ið Pippi bleiv til

Tað var dóttir Astrid Lindgren, Karin, sum eitt kvøldið í 1941 júkaðið mammu sína:

- Sig frá um Pippi Langsokk! Hon var nevnliga sjúk og keddi seg.

Eftirsum tað var eitt óvanligt navn, segði Astrid Lindgren eisini eina óvanliga søgu um eina óvanliga gentu, sum var so sterk, at hon kláraði at lyfta einum hesti, um hon vildi.

Í 1944 kokti Astrid Lindgren fótin og fekk soleiðis stundir at seta seg niður at skriva, og árið eftir kom Pippi Langsokkur út sum bók. Hetta var samstundis byrjanin til eina røð av bókum – og seinni eisini filmum – sum eru vorðnar til sannir heimsklassikarar.

Hevur tú hug at uppliva Pippi, Emil og allar hinar bókafigurarnar hjá Astrid Lindgren, trýst so her!

 

Fyrru tíðindi Næstu tíðindi