Bókaprei og -ummæli

Harry Potter Gandaálmanakkin kemur 10. oktobur!

Harry Potter Gandaálmanakkin kemur 10. oktobur!

Fyrsta almenna handbókin til allar Harry Potter-bøkurnar eftir J.K. Rowling: Harry Potter Gandaálmanakkin, fullkomna savnið av undursomum listum, talvum, kortum og øllum, sum hevur við gand at gera!

Kemur 10. oktobur 2023. Harry Potter gandaálmanakkin er ein framúrskarandi granskan av gandaheiminum, og vendir sær til ungar fjepparar, sum fara sína fyrstu ferð til Hogwarts, samstundis sum stuttligir loynidómar eisini eru krógvaðir í bókini, og ein rúgva av smálutum eru at leggja merki til fyri serkønu lesararnar. Harry Potter gandaálmanakkin er ein fantastiska flott skreytútgáva, ið egnar seg væl sum gávubók, sum heilt vist verður dýrmett í nógv ár frameftir.

Við støði í upprunaligu bókunum hjá J.K. Rowling er hesin Gandaálmanakkin alneyðugur sum eitt visuelt uppslagsverk við talvum, listum og gandasmálutum, eitt yvirlit yvir gandað ting, ótrúligar matvørur, undranarverdar plantur og undursom djór úr gandaheiminum. Í sjey stórslignum kapitlum kunnu lesarar læra meira um høgt elskaðar persónar, endurliva yndisløtur, læra um eiðir og svørjingar, leita eftir fjaldum loynidómum og villast inni í Hogwarts og har um vegir. Frá flokkingarhattinum til rúnaristing, alt finnur tú her.

Bókin inniheldur myndir eftir sjey gávaðar myndprýðarar ymsastaðni frá í heiminum – Peter Goes, Louise Lockhart, Weitong Mai, Olia Muza, Pham Quang Phuc, Levi Pinfold og Tomislav Tomić – hvørt listafólk lýsir gandaheimin hjá J.K. Rowling á sín egna serstaka hátt.

 

J.K. Rowling er rithøvundurin handan vælumtóktu Harry Potter-bøkurnar umframt fleiri sjálvstøðugar skaldsøgur og eina krimirøð á metsølulistunum. Tá hon fekk hugskotið til Harry Potter á eini seinkaðari tokferð í 1990, krutlaði hon tað niður og byrjaði at skriva røðina. Fyrsta bókin, Harry Potter og vitramannasteinurin, varð útgivin í Bretlandi í 1997 og á føroyskum í 2000. Røðin var liðug, tá seinasta bókin, Harry Potter og arvalutir deyðans, kom út samstundis kring allan heimin í 2007 – eisini á føroyskum. Søgan um Harry Potter er eisini gjørd til fleiri sera vælumtóktar filmar. Harry Potter-bøkurnar eru seldar í yvir 600 mió. eintøkum kring heimin á 85 málum, og ljóðbøkurnar eru avspældar í yvir ein milliard tímar. Sum tilhoyr til røðina hevur J.K. Rowling m.a. skrivað Undursom djór og har tey eru, sum er eitt yvirlit yvir gandadjór. Søgan um Harry heldur fram í einum leiki, Harry Potter og bannsetta barnið, har Harry er vorðin vaksin. J.K. Rowling skrivaði leikin saman við leikritahøvundanum Jack Thorne og leikstjóranum John Tiffany, og hann verður sýndur í fleiri ymiskum leikhúsum um allan heim. Eisini er gávubókin, Harry Potter – Eitt gandakent ár, komin út við einum sitati til hvønn dag í árinum. Nýggjasta barnabókin hjá J.K. Rowling er Jólagrísurin, sum kom út í 2021. BFL hevur útgivið allar omanfyri nevndu bøkurnar.

Harry Potter gandaálmanakkin verður útgivin á 35 málum (sum nú er). Tríggir týðarar hava týtt allar Harry Potter-bøkurnar til føroyskt. Gunnar Hoydal týddi tríggjar tær fyrstu bøkurnar, Malan Háberg týddi fjórðu bókina, og Bergur Rasmussen hevur týtt tríggjar tær seinastu bøkurnar í røðini og annað, sum er útgivið í Harry Potter-høpi. Tað er sostatt eisini Bergur, sum hevur týtt stóran part av Gandaálmanakkanum.

 

Harry Potter gandaálmanakkin kemur út kring heimin á hesum málum:

Bulgarskum, katalanskum, kinesiskum (torgreidd), kinesiskum (einfaldað), donskum, estiskum, føroyskum, finskum, fronskum ,týskum, grikskum, ungarskum, hebraiskum, italskum, japanskum, kasakstanskum, koreanskum, lettiskum, litavskum, mongolskum, norskum, pólskum, portugisiskum (Brasil), portugisiskum (Portugal), rumenskum, serbiskum, slovenskum, sponskum, svenskum, tailendskum, turkiskum, ukrainskum og vietnamesiskum.

 

Harry Potter Gandaálmanakkin fer ikki út í Bókaklubbanum, men limir kunnu keypa hana her á síðuni við ókeypis útbering frá 10. oktobur.

Her liggi eg og bløði - Ummæli

Her liggi eg og bløði - Ummæli

Olivia Reinert Joensen, 13 ár, ummælir

Foreldrini hjá 17 ára gomlu Maju eru fráskild. Maja býr hjá pápa sínum, men annaðhvørt vikuskifti er hon hjá mammu síni, sum er sera løgin. Maja er rættiliga ósjónlig í skúlanum, undantikið fyri hennara besta vinmanni, Enzo. Hon er so at siga bara ein púra vanlig genta til ein dagin, tá hon kemur til at skera uttasta pettið av tumlinum av, tá hon er í ferð við at gera eina hill til mammu sína.

Hon fer heim til mammuna dagin eftir, sum hon er von at gera, men mamman er ikki inni. Maja er stúrin um mammu sína. Hon hevur ikki sagt frá, at Maja ikki kundi koma, hvat kann vera hent henni?

Maja møtir 19 ára gamla Justin, sum fær hana at gloyma allar sínar trupulleikar eina løtu, men tíverri er tað ikki nokk til at fáa teir at hvørva.

Bókin er góð, kanska betri til ein eitt sindur eldri aldursbólk enn meg. Hon viðger ymisk evni, so sum: vinalag, viðurskifti ímillum børn og vaksin, sálarsjúku, kærleika og ymiskt annað.

Ódjór - Ummæli

Ódjór - Ummæli

Bjalla B. Dalsgarð, 13 ár, ummælir

Vatnflóð, jarðskjálvtar og so eitt ódjór. Hetta er ikki nakað, vit vanliga seta í samband við Havnina. Men í nýggju, upprunaføroysku bókini Ódjór verður alt hetta veruleiki.

Asta verður happað í skúlanum, men ein dagin møtir hon gentuni Lóu, sum júst er flutt til Havnar at búgva, og tær gerast vinir. Asta hevur eina smáttu í einum træi í viðarlundini, og tær báðar avtala, at tær skulu sova saman í smáttuni. Men klutur kemur í, og Marianna, ein genta í gamla flokkinum hjá Lóu, kemur eisini. Tær tríggjar spæla Snara fløskuni, og tað endar við, at Asta heldur høvdinum undir vatni í ánni, og har sær hon tvey eygu stara at sær. Og eyguni eigur eitt ódjór …

Tað er ringt at siga meira um søguna uttan at avdúka ov nógv, so tað fari eg ikki at gera. Men eg kann viðmæla tær at lesa bókina. Hon er løtt at lesa og spennandi, og tað hendir alla tíðina okkurt.

Ódjór í havnargøtum

Ódjór í havnargøtum
Ódjór er um eina vanliga gentu úr Havn, sum fær ein rættiliga óvanligan vin og eina ótrúliga stóra avbjóðing. 

Skal Bókaklubbin vitja tín skúla?

Ert tú lærari? Skal Bókaklubbin koma við á foreldrafund í tínum skúla?

Lesing er lykilin til eina heila verð av hugflogi, spenningi, vitan, ævintýri og gleði. Vit kunna um lesing, nýggjar føroyskar barnabøkur og fyrimunir við at vera limur í Bókaklubbanum. Vit hava eisini eitt úrval av bókum við, sum tit kunnu keypa fyri limaprís.

Er tín skúli áhugaður í at hoyra meira um nýggjastu, føroysku barnabøkurnar?
Send ein teldupost ella ring til marknaðarfólkið í BFL:

Jóhanna Heðinsdóttir Wolles
johanna@bfl.fo
+298 235775

Sólgrátur - Olivia, 13 ár, ummælir

Sólgrátur - Olivia, 13 ár, ummælir

 

Olivia Reinert Joensen, 13 ár, ummælir 

Sólgrátur snýr seg um Aud, sum er ættleidd til Føroya úr Suðuramerika. Hon hevur vanligar tannáringatrupulleikar so sum forelskilsi, hjarta­ sorg og ósemjur við foreldrini, men aftrat tí er eisini sjúka og deyði, rasisma og happing. Besti vinur hennara, Vígdis, er flutt til stórbýin, og hóast tær skriva og facetima, hevur Aud ikki aðrar vinir, so hon er nokk so einsamøll. Tað ger tað ikki betri, at Dorit og Rannvá alla tíðina eru eftir henni. Hon fær eisini keðilig sms frá einum ókendum nummari. Alt gongur illa, men so kemur Markus í flokkin, og hann og Aud gerast vinir. Alt sær út til at ganga betur, Markus for­ svarar hana móti Dorit og Rannvá, og hon er ikki so einsamøll, men so hendir okkurt, sum hon ikki hevði væntað, og so raplar alt.

Bókin er ordiliga góð, hon er syrgilig og spennandi, og rithøvundurin dugir væl at lýsa kenslurnar hjá Aud, so lesarin kann liva seg inn í søguna. Søgan gongur fyri seg í Føroyum, men kundi eins væl verið onkra aðrastaðni.

Mær dámar væl bókina, tí at hon gevur mær nakað at hugsa um. Hetta er ein sera góð ungdómsbók, sum eg vil viðmæla øllum at lesa.

FAKTA:
Heiti: Sólgrátur
Rithøvundur: Ingun Christensen
Síður: 166
Útgávuár: 2022
Upprunamál: Føroyskt
Innbinding: heft

 Á myndini síggjast rithøvundurin, Ingun Christensen og ummælarin, Olivia Reinert Joensen.


Ummælið er úr STROK Blað 4 I 2022, har Sólgrátur fær 6 av 6 S'um.

Ummæli - Loftar tú mær?

Ummæli - Loftar tú mær?

"Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey í hvør sínum tankaheimi. Tey syrgja hvør í sínum lagi, tí langomma teirra júst er deyð og jarðað. Sum lesarar eru vit saman við teimum og fáa møguleika at uppliva teirra sorg og sakn, samstundis sum at tey – og vit við – fet fyri fet læra at skilja natúrliga deyðan, sum er so úrtøkiligur og kann vera torførur at fata."

Les alt ummælið á blogginum:
http://mentirbloggur.blogspot.com/2020/08/sorg-og-saknur-i-barnahdd.html

Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020

Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020

Bókin Loftar tú mær?, sum Rakel Helmsdal bæði hevur skrivað og evnað myndir til, er í uppskoti til ta stóru Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2020. Saman við 14 øðrum verkum úr øllum Norðurlondum er henda bókin vald, tí hon verður mett at hava serliga skaldsliga og listaliga dygd. Dómsnevndin hjá Norðurlandaráðnum grundgav m.a. soleiðis:

“Rakel Helmsdal setir í myndabókini Loftar tú mær? orð og myndir á eitt evni, sum tað kann vera trupult at tosa um. Huglagið er syrgið, men samstundis eisini lívsjáttandi, av tí at bókin lýsir deyðan sum ein natúrligan og óvikiligan part av lívinum – ein part, sum ikki bara tey vaksnu, men eisini børnini uppliva. Júst samspælið millum tekst og orð gevur frásøgnini eina serliga dýpd og bjóðar bæði barninum og tí vaksna lesaranum av. Serliga mátin, sum myndirnar spæla við ljós og myrkur, og teir mongu margtýddu smálutirnir gera, at teksturin víðkast, og at lesarin upplivir eina kenslu av nærveru. Við hesi myndabókini hevur Rakel Helmsdal ikki bara gjørt eitt stórt avrik sum rithøvundur, men eisini sum myndprýðari.”

Øll grundgevingin kann lesast á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum: https://www.norden.org/da/nominerede/rakel-helmsdal

 

Bókadeildin fegnast um, at bókin er í uppskoti til tvær stórar norðurlendskar virðislønir, ta hjá Útnorðurráðnum og ta hjá Norðurlandaráðnum.

Virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar í november.

 

Loftar tú mær? er ein hjartanemandi søga um trý systkin, sum syrgja langommu sína. Aftan á døgurða verða tey send út í garðin, lítlibeiggi situr uppi í trænum, meðan systirin spælir við dreka og stóribeiggi situr á brunninum og hugsar. Øllum trimum leingist eftir langommuni, sum nú ikki er til meira. Tey uppliva sorgina á hvør sín hátt, og lesarin fylgir sjónarhorninum hjá øllum trimum børnum. 

Einki samband - ummæli

Einki samband - ummæli

Kristian Dansson Kjelnæs, 15 ár, ummælir 

Ein rusjibani av kenslum

Einki Samband er ein stutt skaldsøga eftir Arnar Már Arngrímsson. Hon er ein vælskrivað lýsing av lívinum, og kenslunum hjá tí modernaða tannáringinum. Við litføgrum og ráum orðum ávísir hon serstakar kenslur; einsemi, øði, sjálvsiva og mangt annað, ið kann bylgjast inni í okkum ungu í dag. Søgan gongur fyri seg í Íslandi, har ið drongurin Sølvi, altso høvuðspersónurin, verður sendur út á bygd, har ið hann skal liva í hálvfems dagar uttan netsamband og telefon. Tit kunnu bara ímynda tykkum, hvat fyri ein lortastøða tað hevði verið. Uttan at avdúka ov nógv av søgugongdini kann eg lova tykkum, at tað er ein rusjibani av kenslum við einum enda, ið liggur í huganum langt aftaná, man er liðugur við søguna.

Persónliga haldi eg, at rithøvundurin rakar málbólkin sera væl, tí eg rokni við, at málbólkurin er ein sum eg, altso, ein tannáringadrongur, ið nýtir ov nógva tíð á internetinum. Tað er rættiliga lætt at kenna seg sjálvan aftur í søguni, serliga í innaru tankagongdini hjá Sølva og í mátanum hann tosar uppá. Alt í alt viðmæli eg bókina til dreingir í mínum aldri, umframt øll ið hava áhuga í at fáa betri innlit í hugsanirnar hjá nútíðartannáringum, kanska serliga dreingjum.

Holocaust í nýggjum ungdómsbókum - prei

Holocaust í nýggjum ungdómsbókum - prei

Holocaust í nýggjum ungdómsbókum

Holocaust er eitt evni, sum altíð fer at vera viðkomandi hjá ungum fólki at lesa um. Hvør einasta bók víðkar okkara fatan av hendingunum – tað kann vera eitt nýtt sjónarhorn, ein smálutur ella einstaklingur, sum broytti alt, eitt ljós í myrkrinum ella ein rødd, sum ongantíð varð hoyrd. Við sjónarhornunum hjá børnum og ungum geva bøkurnar okkum nýggjar mátar at hugsa, undrast og seta spurningar til fortíðina og okkara egnu samtíð.  

 

Hvíti fuglur

Hvíti fuglur er ein grafisk ungdómsskaldsøga, sum við orðum og myndum lýsir forfylging av jødum úr sjónarhorninum hjá einari ungari jødiskari gentu í Fraklandi. Gentan, sum eitur Sara, krógvar seg, tá nasistarnir koma eftir teimum jødisku børnunum í skúlanum. Ein floksfelagi, Julien, og familja hansara hjálpa henni at krógva seg í eini hoyløðu í meira enn eitt ár. Kríggið og nasistisku hermenninir eru ein áhaldandi og verulig hóttan, men mitt í øllum tí óunniliga er eisini vón. Sara og Julien gerast góð. Bókin er en ógloymandi søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika. Virðislønti rithøvundurin R. J. Palacio, sum skrivaði bókina Undur, hevur skrivað og myndprýtt. Ása H. Ellefsen týddi.

 

Drongurin í stríputum náttklæðum

Skaldsøgan eftir John Boyne kom út í 2006, men er longu blivin ein klassikari. Tað serliga við hesi skaldsøguni er, at hon lýsir hendingarnar úr barnsliga sjónarhorninum hjá einum dreingi, sum ikki skilir ræðuleikarnar, sum ganga fyri seg rundan um hann. Hann er sonur ein nasistiskan herovasta og flytur við familju síni úr Berlin til eini hús, sum eru beint við eina legu, har pápin arbeiðir. Drongurin veit ikki, hvat hetta er fyri eitt stað, hann leingist bara heim aftur til Berlin, men so hittir hann Shmuel hinumegin eitt hegn, og teir báðir gerast bestu vinir. Søgan er bæði vøkur og ófrættakend, og við myndunum hjá Oliver Jeffers gerst tað enn greiðari fyri lesaranum, hvat tað er, sum fer fram. Ása H. Ellefsen týddi.