, ,

7-9 ár: Ferðin til Kongurvág

Ólavur hatar at fara í song, tí hvørja einastu nátt hevur hann ta somu ræðuligu marruna. Hann verður eltur av slímutum verum, sum umskapast til eld og jagstra hann ígjøgnum myrka hellið, líka til hann dettur út av eggini …

Men eina náttina broytist marran. Ólavur endar í Kongurvág, í ríkinum hjá eiturkoppunum, og saman við einum eiturkoppi má hann ferðast víðari inn í Kongurdal og gera enda á marruni hjá sær. Tað er einasti máti at sleppa av við hana.

Ferðin til Kongurvág er ein spennandi, ævintýrkend søga um vinalag, ótta og dirvi.  

Upprunaføroysk bók: Urd Johannesen hevur skrivað, og Silja Eystberg hevur myndprýtt. ­

180,00 kr. 225,00 kr.
Kemur skjótt